Ódnin Noru (2022)

Ódnin Noru (Karding)
Sera hørð tropisk ódn (JMA scale)
Bólkur 5 super ódn (SSHWS)
Ódnin Noru tá hon var harðast, eystanfyri Filipsoyggjar hin 24. september
Tók skap 21. september 2022
Hvarv 30. september 2022
Mesti vindur meðal í 10-minuttir: 175 km/h (110 mph)
meðal í 1-minutt: 260 km/h (160 mph)
Lægsta trýst 940 hPa (mbar); 27.76 inHg
deyðatilburðir 38 í alt, 5 horvin
Skaði $110 million (2022 US Dollarar)
Rakt øki
Partur av Ódnir í Kirrahavinum í 2022

Typhoon Noru, eisini kent sum Typhoon Karding, Super Typhoon Noru var ein tropisk super ódn, sum gjørdi stóran skaða, serliga á landbúnaðin, í fleiri londum í Asia, m.a. í Tailandi, Vjetnam og Filipsoyggjum. Ódnin mentist frá 21. september 2022 og vardi til 30. september 2022. Ódnin byrjaði sum eitt sera lágt lágtrýst í Filipinska havinum og ferðaðist síðan eystureftir. Ódnin var harðast, stutt áðrenn hon rakti land, tá hon hevði eina vindmegi á 110 m/s. Super-ódnin rakti Polillo-oyggjarnar hin 26. september 2022 kl. 15:30 lokala tíð. Fimm tímar seinni rakti hon tað størri oynna Luzon, og var tá minka nakað í vindmegi. Tá ódnin ferðaðist yvir Suður-kinesiska havið mentist hon aftur og fekk vindmegi á 100 m/s tá hon rakti Da Nang í Vjetnam.

Kortið vísir leiðina og styrkina av ódnini sambært Saffir-Simpson skalanum.
Regn frá ódnini Noru

Deyð og horvin

Í minsta lagi 38 fólk doyðu av ódnini og fimm fólk vóru ikki funnin aftur.

Deyð og horvin eftir landi
Øki Deyðsføll Horvin Ref.
Filipsoyggjar 12 5 [1]
Vjetnam 9 0
Kambodja 16 0
Tailand 1 0
Tilsamans 38 5

Keldur

  1. Situational Report No. 7 for Tropical Storm Karding (Report). National Disaster Risk Reduction and Management Council. October 3, 2022. Archived from the original on October 3, 2022.