Útvarp
Útvarp var í fyrstuni eyknevnt tráðleysi, tí at útvarpið brúkar ósjónligar aldur fyri leidningar at bera boð úr einum staði í annan. Øðrvísi var við telefonini tá, tí henni kravdist leidningar. Nú á døgum bera radioaldur nógvar ymiskar upplýsingar. Radioaldur eru eisini natúrliga úti í rúmdini. Stjørnufrøðingar brúka tær at kunna seg um supernovur, stjørnubreytir og annað, fjarlagt Jørðini. Í renslum í útvarpssendarum gera kvikliga, skiftandi ravstreymar radioaldur, sum fara til móttøkutólini. Radioaldur eru ravsigulmagnaðar aldur, sum røntgen- og ljósaldur. Sum tær fara radioaldurnar við ljósferð, sum er 299 792 km. um sekundið. Næstan mió ferðir ljóðferðina.
Útvarpsrásir
- Atlantic Radio
- Útvarp Føroya
- Rás 2
- Lindin
- Kiss FM
- VoxPop