1997 (MCMXCVII) var eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mikudegi eftir tí gregorianska kalendaranum. Ár 1997 eftir Kristi føðing, ár 997 í næsta ártúsund, ár 97 í 20. øld, og áttunda ár í 1990-árunum.
Yasser Arafat19. januar – Yasser Arafat vendir aftur til Hebron eftir meir enn 30 ár, og er við í hátíðarhøldunum yvir at Ísrael hevur givið síðsta býin landið ráddi yvir aftur til Vestara Áarbakka.
27. januar - Fram kemur at fronsk listasøvn, liggja inni við yvir 2.000 listaverkum stjolnum av Nazi-hermonnum undir seinna heimsbardaga.
5. februar - "Big Three" bankarnir sokallaðu í Sveis, boða frá stovnan av fondi uppá 71 millión dollarar, ið skal hjálpa yvirlivarum av hópdrápum nasistanna og familjum teirra.
Bill Clinton í 1993.13. februar - Umvælingar byrja á Hubble rúmdarteleskopinum.
22. februar - Vísindafólk í Roslin í Skotlandi boða frá, at ærin Dolly var klonað við góðum úrsliti í juli 1996.
23. februar - Eldur tekur seg upp umborð á russisku rúmdarstøðini Mir.
Tony Blair29. apríl - Felagsskapurin fyri bannan av kemiskum vápnum (The Organization for the Prohibition of Chemical Weapons (OPCW)), CWC sáttmálin verður undirskrivaður.
3. mai - Stóra Bretland vinnur Eurovision Song Contest 1997 við Katrinu and the Waves og "Let Love Shine a Light".
11. mai – Teldan "Deep Blue" hjá IBM vinnur á telvaranum Garry Kasparov eftir ein umkapp av talvi. Hetta er fyrstu ferð ein telda vinnur á einum talvheimsmeistara.
J.K. Rowling í 201014. mai - The Star Alliance samstarvið byrjar við flogfeløgunum Air Canada, Lufthansa, Scandinavian Airlines System, Thai Airways International and United Airlines.