AK-47

AK-47 (Russiskt: Автомат Калашникова), ofta bert nevnt Kalasjnikov (eng: Kalashnikov), er ein álopsbyrsa, ið er sniðgivin av Mikhail Kalasjnikov, og framleidd av russiska vápnaframleiðaranum IZH.
AK-47 bl varð serliga nýtt av herliðum hjá Warszawasamgonguni undir Kalda krígnum. Byrsan er í dag tað kendasta skotvápnið, ið nakrantíð er framleitt. Tað eru í dag umleið 100 milliónir AK-47 byrsur í heiminum.