Ecce Homo (Elías García Martínez)
Ecce Homo er ein kendur freskomálningur av Elías García Martínez. Hann málaði freskomálningin umleið 1930 á veggin í Sanctuary of Mercy kirkjuni í Borja, Spania. Málningurin avmyndar Jesus krýndan við tornum. Bæði myndaevnið og stílurin eru typisk fyri katólska list.[1] Listaummælarar eru samdir um, at upprunamálningurin ikki hevði so stóran listaligan týdning,[2] málningurin gjørdist kendur í 2012, eftir at ein amatørur, tann tá 80-ára gamla Cecilia Giménez, royndi at umvæla og endurnýggja málningin. Miseydnaða royndin gjørdist kend, tá ið myndir av upprunamálningum og umvælingini ferðaðust víða um á internetinum. Fólk streymaðu til kirkjuna at síggja málningin. Fleir mettu, at málningurin nú líktist meira einari apu. Áðrenn Gimenez fór í holt við at umvæla málningin, hevði abbadóttir listamannin givið pening til tess at endurskapanararbeiði skuldi gerast, men hon gjørdist ov sein.
Keldur
- ↑ "Un hecho incalificable" (á sponskum) Noticias y actividades. Centro de Estudios Borjanos (Institución Fernando El Católico). 7 August 2012.
- ↑ Rocío Huerta (22 August 2012). "La restauración de un 'Ecce homo' se convierte en un sainete mundial" (in Spanish). El País. http://cultura.elpais.com/cultura/2012/08/23/actualidad/1345709139_149007.html. Heintað 24 August 2012.