Eivin Jacobsen

Eivin Jacobsen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 20. jul 1957
Starv firefighter
Politiskur flokkur Sambandsflokkurin
Dátuheiti
Commons Eivin Jacobsen

Eivin Helgi Jacobsen (føddur 20. juli 1957 í Sørvági) er ein føroyskur brandmeistari og politikari (SB).

Hann er útbúgvin maskinsmiður frá Statens Brandskole í Danmark, og starvast sum arbeiðsleiðari hjá Vága floghavn.

Hann var býráðslimur í Sørvági 1992–2004, í árunum 2000–2004 sum borgarstjóri. Hann møtti fast á Føroya Løgtingi sum varalimur hjá løgmanni Kaj Leo Johannesen frá 2011-2015, og sat í Løgtingsins rættarnevnd.

Løgtingsnevndir

Familja

Eivin er sonur Evald og Jacobinu Jacobsen, er giftur Astu Skaalum Jacobsen, tey eiga børnini Inga f. 1977, Marit f. 1985 og Terji f. 1989.[1]

Keldur

  1. "Eivin Jacobsen". logting.fo. 20. jan. 2014. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 20. jan. 2014. http://archive.today/OpDw8.