Páll a Reynatúgvu varð útbúgvin sum fysioterapeutur í 1993 og sum diplomfysioterapeutur í 1997. Hann starvast sum fysioterapeutur. Hann var nevndarlimur í felagnum Føroyskir Fysioterapeutar 1993-1997. Hann hevur spælt fótbólt við B71. Í 1993 spældi hann 5 landsdystir fyri Føroyar.[1]
Hann hevur sitið sum løgtingslimur síðani 1998 fyri Tjóðveldisflokkin, burtursæð frá tíðarskeiðið sum landsstýrismaður. Hann var landsstýrismaður í almannamálum frá 6. juni2002 til 5. desember2003. Hann var borgarstjóri í Sands kommunu 2001-2009, tó var hann í farloyvi tíðarskeiðið sum landsstýrismaður.
Eftir løgtingsvalið 2015 varð hann valdur til løgtingsformann.
1 Annika Olsen fór úr Fólkaflókkinum og bleiv limur í Framsókn hin 17. sept. 2015. Hin 20. sept. 2015 fór hon úr Framsókn og bleiv leysgangari, fór í farloyvi til 30. okt. 2015, Joen Magnus Rasmussen avloysti. Gjørdist aftur limur av Fólkaflokkinum frá 4. feb. 2016. Sonja Jógvansdóttir fór úr Javnaðarflokkinum hin 15. sept. 2015 og bleiv leysgangari. Jógvan Skorheim fekk ikki loyvi frá Klaksvíkar býráð, har hann er borgarstóri, at taka sæti á tingi, tí søkti hann um farloyvi úr Løgtinginum. Magni Arge er eisini fólkatingslimur og søkti tí um farloyvi úr Løgtinginum frá 21. sept. 2015. Sjúrður Skaale var næstur á listanum at avloysa Rigmor Dam, ið gjørdist mentamálaráðharri, men hann søkti um farloyvi frá 17. sept. 2015, tí hann er fólkatingslimur.