Phoenix
| Phoenix, Arizona | |
|---|---|
| Kort | Kort |
| Grunddáta | |
| Land: | |
| Stakríki: | |
| Vídd: | 1344.5 km² |
| Íbúgvar (2019): | 1 680 992[1] |
| Tættleiki: | 1 250,27/km² |
| Heimasíða: | www.phoenix.gov |
Phoenix er fimtstørsti býur í USA við umleið 1,66 mió. íbúgvum (2018). Phoenix er eisini høvuðsstaður og størsti býurin í Arizona. Eyknevni er Sòlinsdalur (ella á enskum: Valley of the Sun). Umleið 65 % av fólkinum í Arizona búgva í Phoenix ella tætt við býin. Í Phoenix og økinum rundanum búgva 4,17 millionar fólk (2007). Borgmeistari er Phil Gordon (D). Phoenix er ímillum teir býir í USA, sum vaksa skjótast, hóast hann er mítt í oyðimørkini. Fólkavøksturin frá 1960 til 1990 var heili 300 prosent. Ein av atvoldunum til, at Coloradoá er byrgd og ikki longur rennur í havið, er nógva vatnnýtslan í Phoenix.
Vinabýir
– Calgary (Alberta, Kanada)
– Catania (Sikiloy, Italia)
– Chengdu (Kina)
– Ennis (Írland)
– Grenoble (Rhone-Alpes, Frakland)
– Hermosillo (Sonora, Meksiko)
– Himeji (Hyōgo, Japan)
– Prag (Kekkia)
– Ramat-Gan (Ísrael)
– Taipei (Lýðveldið Kina)
Sí eisini
Ávísingar úteftir
- Heimasíða: phoenix.gov
- Phoenix, Arizona, wikivoyage (á enskum)
Coordinates: 33°26′53.1″N 112°4′23.1″W / 33.448083°N 112.073083°W
Keldutilfar
- ↑ "Population and Housing Unit Estimates". United States Census Bureau. May 24, 2020.
