Rotterdam
Rotterdam | |
---|---|
Flagg | Skjaldarmerki |
Grunddáta | |
Land: | Niðurlond |
Landslutur: | Zuid-Holland |
Vídd: | 319,35 km² |
Íbúgvar (2013): | 618 279 |
fyri km²: | 2 986/km² |
Tíðarzona: | UTC +1 |
Heimasíða: | rotterdam.nl |
Rotterdam er ein kommuna, ein havnabýur og næststørsti býur í Niðurlondum.
Rotterdam er landsins størsti havnabýur. Ein djúp á rennir á sjógv 28 km haðani. Saman við Europoort er Rotterdam eisini heimsins størsta havn. Nútíðarhavnin Europoort í Rotterdam kann avgreiða 300 farmaskip í senn. Nógv vara, sum flutt verður inn á meginlandið, verður fyrst uppskipað í Rotterdam og síðan flutt eftir áunum í prámum ella lektarum eystur í Týskland. Á heimvegnum taka teir so aftur týskar varur við sær, sum skulu útskipast í Rotterdam.
Ítróttur
Stórir fótbóltfelag í Rotterdam eru Feyenoord, Sparta Rotterdam og SBV Excelsior.
Ávísingar úteftir
- Almenna heimasíðan hjá býnum: rotterdam.nl (á niðurlendskum)
Coordinates: 51°55′0″N 4°29′0″E / 51.91667°N 4.48333°E
Keldur
- Upplýsingarnar um Rotterdam eru fingnar til vega frá niðurlendsku og ensku útgávuni av Wikipediu.