UNESCO

Flaggið hjá UNESCO. Felagsskapurin fór til verka í 1946, og í dag eru 195 limalond og 8 atlimalond.

Felagsskapur ST fyri undirvísing, vísindum og mentan (á enskum: United Nations Educational, Scientific and Cultural Organization, stytt UNESCO) er ein serstovnur undir Sameindu Tjóðum, stovnaður í 1946. Endamálið við felagskapinum er at menna útbúgving, gransking og mentan og at fremja samstarv millum tey 195 limalondini og teir 8 atlimirnar, ið eru Føroyar, Curaçao, Aruba, Jomfrúoyggjar, Caymanoyggjar, Makao, Niðurlendsku Antillurnar og Tokelau. Føroyar fingu atlimaskap í 2009 [1]. Atlimaskapur gevur øll tey somu rættindi sum limaskapur. Limalondini skipa seg við hvør síni UNESCO nevnd. Fyrsta føroyska UNESCO nevndin varð skipað í mai 2012.

UNESCO tekur sær millum annað av at meta um, hvørji pláss í heiminum skulu fáa status sum World Heritage Sites (heimsarvur). Limalond UNESCO samtyktu í 1972 millumtjóðasáttmálan um at verja heimsins mentanar- og náttúruarv. Orsøkin er vandin fyri, at náttúruøki, fornfrøðilig minnismerki og mentanarvirði forfarast orsakað av ferðafólkavinnu, dálking, kríggi ella vanligari órøkt.

Hygg eisini at

Keldur

  1. http://www.unesco-aruba.org/member-states-unesco/[deyð leinkja]

Slóðir úteftir

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið