Vestfold fylki
Skjøldur | Kort |
---|---|
![]() |
![]() |
Land: | ![]() |
Íbúgvar (2014): |
240 398 |
Vídd: | 2 225 km² |
Fylkesborgmeistari: | Per-Eivind Johansen (H) |
Heimasíða: | www.vfk.no Archived 2006-05-12 at the Wayback Machine |

Vestfold er eitt fylki í Norra. Vestfold hevur umleið 240 398 íbúgvar (2014) (4.72 % av teimun norsku íbúgvarunum). Vestfold hevur mark við Buskerud, Telemark og Østfold.
Teir stóru gravheygarnir í Borre í Vestfold - teir størstu í Norðurlondum - eru tekin um, at her eru heygsettir mætir høvdingar. Haraldur, ið seinni varð nevndur hin hárfagri, var av teirri mætu ynglingaættini, sum hevði kongsvaldið í Vestfold. Gokstadskipið er eitt víkingaskip úr Vestfold og varð funnið í 1880 í Gokstadsheygginum ella Kongaheygginum á Gokstad í Sandefjørðinum, og er størsta víkingaskip, sum er funnið í Noreg.
Kommunur í Vestfold
- Andebu
- Hof
- Holmestrand
- Horten
- Lardal
- Larvik
- Nøtterøy
- Re
- Sande
- Sandefjord
- Stokke
- Svelvik
- Tjøme
- Tønsberg