Zlatan Ibrahimović

Zlatan Ibrahimović

Ibrahimović á eini ráðstevnu í Doha, Qatar í 2013.
Persónlig kunning
Fult navnZlatan Ibrahimović[1]
Føðingardagur (1981-10-03) 3. oktober 1981 (aldur 42)
FøðistaðurMalmö, Svøríki
Hædd1,95 m (6 ft 5 in)[2]
PlássÁlopsleikari
Kunning um feløg
Núverandi felag
Milan
Ungdómsyrkisleið
Malmö BI
FBK Balkan
Malmö FF
Yrkisleið, vaksnamannafótbóltur*
ÁrFelagDystir(Mál)
1999–2001Malmö FF40(16)
2001–2004Ajax74(35)
2004–2006Juventus70(23)
2006–2009Internazionale88(57)
2009–2011Barcelona29(16)
2010–2011Milan (lán)29(14)
2011–2012Milan32(28)
2012–2016Paris Saint-Germain122(113)
2016–2018Manchester United33(17)
2018–2019LA Galaxy56(52)
2020–Milan0(0)
Landslið
1999Svøríki U18[3]4(1)
2001Svøríki U217(6)
2001–2016Svøríki116(62)
* Senior club appearances and goals counted for the domestic league only and correct as of 14. mai 2016.

† Dystir (Mál).

‡ Landsliðsdystir- og mál eru røtt og dagførd pr. 5. juni 2016
Ibrahimović á svenska landsliðnum í dysti móti Onglandi

Zlatan Ibrahimović (føddur 3. oktober 1981 í Malmö) er ein svenskur fótbóltsleikari, álopsleikari, ið til mai 2016 spældi við italska felagnum Milan. Hann hevur fyrr spælt á svenska landsliðnum, har hann var liðskipari. Hann byrjaði sína fótbóltslívsleið í svenska felagnum Malmö FF, meðan Roland Andersson var venjari har. Hann fekk so sáttmála við Ajax og gjørdist eitt kent navn, venjari var Ronald Koeman. Seinni fekk hann sáttmála við italska felagið Juventus, hann varð seldur til Juventus fyri 16 milliónir €. Í 2006 skrivaði hann undir sáttmála við rivalarnir hjá Juventus, FC Internazionale, har hann vann heiðurslønir sum t.d. Oscar del Calcio og svenska Guldbollen, hetta tíðarskeiðið spældi hann 88 dystir við Internationale og gjørdi 57 mál. Hann varð valdur til UEFA ársins lið bæði í 2007 og 2009. Á sumri 2009 varð hann seldur til Barcelona fyri 69 €, sum er næst hægsta upphæddin, ið nakar fótbóltsleikari er blivin seldur fyri. Í 2009 til 2011 spældi hann við FC Barcelona, tó var hann lántur út til A.C. Milan, har hann helt fram við kontrakt í 2011-12.

Frá 2001 til mars 2016 hevði hann spælt 116 A-landsdystir fyri Svøríki og skorað 62 mál.

Í 2012 var hann av enska blaðnum The Guardian á einum topp-100 lista mettur at vera fimmt besti fótbóltsleikari í heiminum.[4]

Heiður

Feløg

Ajax
  • Eredivisie (2): 2001–02, 2003–04
  • KNVB Cup (1): 2001–02
  • Johan Cruijff Shield (1): 2002
Juventus
  • Serie A (2): 2004–05, 2005–06 (misti tó báðir prísirnir aftur orsakað av italisku fótbóltsgøluni Calciopoli 2006)
Internazionale
  • Serie A (3): 2006–07, 2007–08, 2008–09
  • Supercoppa Italiana (2): 2006, 2008
Barcelona
AC Milan
  • Serie A (1): 2010–11
  • Supercoppa Italiana (1): 2011
Paris Saint-Germain
  • Ligue 1 (3): 2012-13, 2013–14, 2014–15
  • Trophée des champions (3): 2013, 2014, 2015
  • Coupe de la Ligue (2): 2013–14, 2014–15
  • Coupe de France (1): 2014-15

Sum einstaklingur

  • Golden Foot (1): 2012
  • UEFA Euro Team of the Tournament (1): 2012
  • UEFA Ársins lið (2): 2007, 2009, 2013, 2014
  • UEFA Euro 2012 Man of the Match: Svøríki móti Fraklandi
  • UEFA Euro 2008 Man of the Match: Grikkaland móti Svøríki
  • UEFA Euro 2004 Man of the Match: Italia móti Svøríki
  • UEFA Champions League 2012-13: Hægsta Assists (hjálpti við til at fáa mál við avlevering)
  • Ligue 1 Ársins leikari (2): 2012–13, 2013–14[5]
  • Ligue 1 Ársins lið (3): 2012–13, 2013–14, 2014–15
  • Ligue 1 Toppskorari (2): 2012–13, 2013–14
  • Serie A Toppskorari (2): 2009, 2012
  • Serie A Ársins útlendski leikari (4): 2005, 2008, 2009, 2011
  • Serie A Ársins fótbóltsleikari (3): 2008, 2009, 2011
  • Supercoppa Italiana 2011: Man of the Match
  • Serie A Besti mánaðarleikari: Januar 2012
  • Guldbollen (10): 2005, 2007, 2008, 2009, 2010, 2011, 2012, 2013, 2014, 2015
  • Radiosportens Jerringpris (1): 2007
  • Ársins mannliga ítróttafólk í Svøríki (4): 2008, 2010, 2013, 2015

Altjóða mál

Mál og úrslit hjá Svøríki verða víst fyrst.[6]

Tónleikaútgávur

Stakløg

Ár Album Toppstøða
SWE
2014 "Du gamla, Du fria"
(Zlatan featuring Day)
(Framleitt av Max Martin)
[7]
13

Keldur

  1. "FIFA Club World Cup UAE 2009 presented by Toyota: List of Players" (PDF). FIFA. 1 December 2009. s. 1. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 29 June 2019. https://web.archive.org/web/20190629190325/https://www.fifadata.com/document/fcwc/2009/PDF/FCWC_2009_SquadLists_BAR.pdf. Heintað 28 March 2014. 
  2. "Ibrahimovic Zlatan". Paris Saint-Germain. http://www.psg.fr/en/Equipe-Pro/300002/Fiche-joueur/2737/Ibrahimovic-Zlatan. Heintað 18 July 2012. 
  3. "Spelprogram – P18 Träningslandskamp" (in Swedish). Svenskfotboll. http://svenskfotboll.se/cuper-och-serier/information/?scr=table&ftid=30673. Heintað 27 August 2014. 
  4. Guardian.co.uk
  5. bbc.co.uk Zlatan Ibrahamovic: Paris St-Germain striker wins award
  6. "Zlatan Ibrahimović – Goals in International Matches". Rec.Sport.Soccer Statistics Foundation. http://www.rsssf.com/miscellaneous/ibrahimovic-intlg.html. Heintað 5 September 2014. 
  7. "Zlatan featuring Day - "Du gamla du fria" page". swedishcharts.com. Hung Medien. http://swedishcharts.com/showitem.asp?interpret=Zlatan+feat%2E+Day&titel=Du+Gamla+Du+Fria&cat=s. Heintað 13 February 2014. 

Slóðir

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið