1. mars

<< Mars 2024 >>
Mi Fr Le Su
1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
MMXXIV

1. mars er dagur 60 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 61 um skotár er). 305 dagar eru eftir av árinum.

Hendingar

  • 1700 - Danmark skiftir frá julianska kalendaranum til gregorianska kalendaran. Hetta árið fylgir 1. mars beint eftir 18. februar, soleiðis at 10 dagar verða lagdir burturúr.
  • 1815 - Napoleon Bonaparte fer í land í Cannes eftir at hava sitið sum fangi á oynni Elba.
  • 1950 - Chiang Kai-shek lýsir Lýðveldið Kina (eisini kent sum Teivan) á oynni Teivan.
  • 1971 - Havnar Judofelag verður sett á stovn.[1]
  • 2014 - 22 ára gamli pianisturin Mattias Kapnas vann fyrstu Stella Polaris tónleikakappingina, sum Musikkskúlin skipaði fyri. Nummar tvey gjørdist guitarspælarin Alvi Joensen, og nummar trý varð Heiðrun Petersen, violin. Fyrsta virðislønin er á 25 000 krónur, onnur virðislønin er á 10 000 krónur, og triðja virðislønin er á 5 000 krónur. Eisini vórðu virðislønir latnar í aldursbólkinum upp til 12 ár og í aldursbólkinum upp til 18 ár. Kappingina fyri tónleikarar undir 18 ár vunnu Alda Sigurdsdóttir Lamhauge og Aksel Remmel. Vár Iversen Lindenskov gjørdist nummar eitt hjá luttakarunum undir 12 ár.
  • 2015 - Føroyski rógvarin Dánjal Martin Hofgaard gerst heimsmeistari, tá ið hann vinnur HM í 2000 metrar inniróðri í Boston í opna bólkinum lættvekt menn.

Fótbóltur


Føðingar

Andlát

  • 2014 - Alain Resnais, franskur leikstjori (f. 1922)

Keldur

Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Preview of references

  1. https://isf.fo/judo-i-40-ar/