2015
2015 (MMXV) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byjaði á einum hósdegi. Árið er nummar 2015 eftir kristi føðing, fimtanda árið í triðja ártúsund, fimtanda árið í 21. øld, og 6 árið í 2010-árunum.
Árstal |
2012 2013 2014 – 2015 – 2016 2017 2018 |
Áratíggju |
2000-árini – 2010-árini – 2020-árini |
Øldir |
20. øld– 21. øld – 22. øld |
Hendingar
- 1. januar - Litava tekur upp evruna sum gjaldsmiðil. Evran kemur ístaðin fyri gjaldmiðilin litas.
- 5. januar
- Ein 34 ára gamal føroyskur maður ringir til løgregluna í Keypmannahavn og boðar frá, at hann hevði stungið konu sína, er bangin fyri at hava dripið hana. Dagin eftir kemur hann undir grundlógarforhoyr, men noktar seg sekan í drápi. Dómarin varðhaldsfongslar mannin í fýra vikur, í meðan málið kannast nærri. Hendingin fer fram í einari íbúð á Frederiksberg.
- Jóhan á Plógv Hansen spældi sín fyrsta landsdyst fyri danska U-21 hondbóltslandsliðið, eftir at hava verið í karantenu í 2 ár frá landsliðshondbólti, tí at hann skifti hondbóltstjóðskap úr Føroyum til Danmark. Landsdysturin var móti Svøríki og var spældur í Malmö. Danmark vann dystin 28-23.
- 7. januar - Eitt yvirgangsálop verður framt í París móti tíðarritinum Charlie Hebdo. Minst 12 fólk lata lív og minst 11 fólk verða særd, tá ið tveir grímuklæddir menn við Kalashnikov-byrsum troðka seg inn í bygningin, har blaðstjórnin hevur fund fund, og byrja at skjóta. Tveir løgreglumenn er millum tey dripnu. Gerningsmenninir sleppa til rýmingar við einum bili, har ein triði persónur bíðar eftir teimum. Fýra av teimum dripnu eru kendir teknarar, ið teknaðu keiputekningar av profetinum Mohammed í 2006.
- 15. januar - Kavaódn herjar um alt Føroyar. Ikki kemur nógvur kavi í Suðuroy og Sandoy, men í restini av landinum er ikki koyrandi, ringast er á Sandavágshálsi, á Vestmannavegnum, á Kvívíksvegnum og við Norðskálatunnilin. Fleiri bilar standa fastir í nógva kavanum. Nøkur noyddust at sova í bilinum, og nógv gerast veðurføst. handanin av Mentanarvirðislønum Landsins, ið skal handast hendan dag, verður av hesi orsøk útsett til dagin eftir.
- 16. januar
- Listaboykottið, sum listafólk í Føroyum settu í verk ímóti tí almenna við Mentamálaráðnum á odda 2. november 2012, er nú av. Tað vóru Steintór Rasmussen og Teitur Lassen, ið tóku stig til boykottið, eftir at samgongan valdi at skerja játtanina við einum fjórðingi.
- Mentanarvirðislønir Landsins, sum áttu at verið handaðar dagin fyri, hin 15. januar, men vóru útsettar vegna óveður, verða handaðar á samkomu í Deplinum í Skálavík. Tórbjørn Olsen, listamálari, fekk Mentanarvirðisløn Landsins, Tey av Kamarinum fingu Heiðursgávu landsins, Mathias Kapnas, tónleikari, fekk virðisløn til Ungt listafólk. Oddvør Johansen, rithøvundur og Katrin Ottarsdóttir, filmsleikstjóri, fingu Sømdargávu landins.
- Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, kunnger, at orðabøkur Sprotans nú verða ókeypis atkomuligar hjá øllum ið ynskja tað, bæði føroyingum og útlendingum, í Føroyum eins væl og úti í heimi. Henda tænasta verður fíggjað av Mentamálaráðnum og Kommununum í Føroyum. Avtalan er fyri trý ár fyribils og er ein avtala millum Mentamálaráðið, Kommunufelagið umboðandi allar kommunur í Føroyum og forlagið Sprotan. Í løtuni eru 13 bøkur á kervinum, og tær eru nú fríar hjá øllum at nýta.
- 22. februar - Gittarleikarin Alvi Joensen vinnur Stella Polaris kappingina, sangarin Birita Poulsen vinnur 2. virðisløn, saxofonleikarin Kristina Thede Johansen vinnur 3. virðisløn. Virðislønirnar eru á 20.000, 10.000 og 5.000 krónur.
- 6. mars - Ómannaða rúmdarfarið Dawn hjá NASA, fer inn í ringrásina hjá dvørggongustjørnuni Ceres, og gerst fyrsta rúmdarfar, ið vitjar eina dvørggongustjørnu..
- 20. mars - Full sólarmyrking i Føroyum og á Svalbard.
- 24. mars - Airbus A320-211 hjá Germanwings brotlendir í fronsku alpunum. 150 fólk lata lív.
- 9. apríl - Jógvan Skorheim gerst nýggjur formaður í Sjálvstýrisflokkinum, eftir at Kári P. Højgaard óvæntað leggur frá sær.
- 2. apríl - Yvirgangsatsókn í Kenya 2015: 148 fólk, meginparturin ung lesandi, lata lív í Garissa háskúlanum í Kenja, tá terrorbólkurin Al-Shabaab brýtur sær veg inn í skúlan og byrjar at skjóta. 11. apríl - Jógvan Philbrow er nýggjur formaður í Pedagogfelagnum.
- 25. apríl - Ein jarðskjálvti, ið mátar 7.8 á richterskalanum, rakar Nepal, og hevur við sær at 8.857 fólk lata lív í landinum. 130 lata lív í India, 27 lata lív í Kina og 4 lata lív í Bangladesj. Tilsamans 9.018 lata lív í jarðskjálvtanum.
- 3. mai - Maria Winther Olsen vinnur 100.000 krónur til filmframleiðslu á Spot Festivalinum í Danmark.[1]
- 23. mai - Írland heldur fólkaatkvøðu, ið gevur samkyndum rætt til at giftast. Írland gerst harvið fyrsta land í heiminum, ið setur hesa lóg í gildi eftir eina væleydnaða fólkaatvøðu.
- 18. juni - Fólkatingsval. Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin vinna føroysku umboðini á Fólkatingi.
- 5. august - Brøkdeilir funnir á Réunionoyggj verða staðfestir at vera frá Malaysian Airlines Flight 370, ið hvarv í mars 2014.
- 1. september - Løgtingsval. Javnaðarflokkurin gerst størsti flokkur.
- 28. september - NASA boðar frá at flótandi vatn er funnið á gongustjørnuni Mars.
- 17. oktober - Svimjihøllin Páls Høll ið hevur Føroya fyrsta langhyl á 50 metrar, verður alment tikin í nýtslu og letur upp alment. Hátíðarhald við luttøku av svimjaranum úr Vági, Pál Joensen, ið høllin eitur eftir, landsstýrisfólkunum í Vági, Sirið Stenberg og Henrik Old, umboðum fyri sjálvognargrunnin Páls Høl: Dennis Holm, John Henrik Holm og Jón Bjarnason og øðrum.
- 13. november: Yvirgangsatsóknin í París 13. november 2015: Terrorbólkurin ISIL leypur á fleiri støð í franska høvuðstaðnum, og hevur við sær at 132 fólk lata lív.
- 21. november - Paula Danielsen úr Havn gerst nummar tvey í heimsmeistarakappingini í karaoke, ið verður hildin í Singapor. Kjartan Torbensson úr Havn luttekur somuleiðis, men megnar ikki at koma víðari frá fyrsta umfari. Tað er karaokebarrin Glitnir, ið skipar fyri føroyskari luttøku í kappingini, og er hetta triðju ferð Føroyar eru við, og somuleiðis besta úrslit føroyingar hava megnað higartil.
- 31. desember Loranstøðin á Eiði verður sløkt eftir at hava virkað í meira enn 56 ár.
Ítróttur
Svimjing
- 28. mars - Pál Joensen vinnur gull í 800 metrum frí á Danish Open við tíðini 7:52.82, sum er besta tíð í heiminum higartil í ár (til 28. mars 2015) og nýtt stevnumet.
Rógving
- 1. mars - Føroyski rógvarin Dánjal Martin Hofgaard gerst heimsmeistari, tá ið hann vinnur HM í 2000 metrar inniróðri í Boston í opna bólkinum lættvekt menn.
Bogaskjóting
- 22. mars - FM í bogaskjóting - Recurve: 1. Teitur Dalsgaard, 2. Absalon Hansen, 3. Eggaba Andreasen. Compound: 1. Anja Johansen, 2. Kaj Johannesen, 3. Albert Dam
Hondbóltur
- 9. januar - Hondbóltur U21 menn: Grikkaland-Føroyar 21-21 (8-7). Føroysku málskjúttarnir: Kjartan Johansen 8 (3), Julian Olsen 4, Áki Egilsnes 2, Allan Norðberg 2, Eirikur Simonsen 2, Helgi Hoydal 1, Pætur Thomsen 1, Rói Berg Hansen 1.
- 11. apríl - FM í hondbólti: Kvinnur: Neistin vinnur finaluna móti Kyndli 20-17 og gerst greipuvinnari. Menn: VÍF vinnur finaluna móti H71 24-23 og gerst greipuvinnari.
- 21. juni - Føroyska manslandsliðið í hondbólti vinnur metsigur móti Armenia, Føroyar vunnu heili 61-9.
Badminton
- 11. apríl - FM í Badminton: Benjamin Gunnarstein frá Havnar Badmintonfelag gerst føroyameistari, tá hann vinnur á Aksel Poulsen frá sama felag í tveimur settum.
Føðingar
Andlát
Januar
- 1. januar - Ulrich Beck, týskur sosiologur (føddur 1944).
- 1. januar - Omar Karami, libanesiskur forsætisráðharri (føddur 1934).
- 7. januar - Charb, franskur journalistur (føddur 1967).
- 7. januar - Georges Wolinski, franskur teknari (føddur 1934).
- 10. januar - Peder Pedersen, danskur súkklari og -súkkluleiðari (føddur 1945).
- 11. januar - Anita Ekberg, svensk sjónleikarinna (fødd 1931).
- 20. januar - Edgar Froese, týskur tónleikari (føddur 1944).
- 21. februar − Clark Terry, amerikanskur jazztrompetistur (f. 1920).
- 23. januar - Abdullah av Saudi-Arabia, kongur av Saudi-Arabia (føddur 1924).
- 24. januar - Johan Martin Ferner, norskur vinnulívsmaður (føddur 1927).
- 24. januar - Esper Hagen, danskur sjónleikari (føddur 1948).
- 25. januar - Demis Roussos, grikskur sangari (føddur 1946).
- 27. januar - Charles Hard Townes, amerikanskur alisfrøði gur og pedagogur (føddur 1915).
- 28. februar - Dorete Bloch Danielsen, føroyskur/danskur djórafrøðingur og professari (f. 1943).
- 29. januar - Colleen McCullough, avstralskur rithøvundur (fødd 1937).
- 29. januar - Ole Sørensen, danskur fótbóltsleikari (føddur 1937).
- 30. januar - Geraldine McEwan, ensk sjónleikarinna (fødd 1932).
- 31. januar - Richard von Weizsäcker, týskur forseti (føddur 1920).
Februar
- 6. februar - André Brink, suðurafrikanskur rithøvundur (føddur 1935).
- 14. februar - Finn Nørgaard, danskur filmsleikstjóri (føddur 1960).
- 14. februar - Kári á Rógvi, føroyskur professari í løgfrøði og politikari (føddur 1973).
- 14. februar - Louis Jourdan, franskur filmsjónleikari (føddur 1921).
- 14. februar - Kári á Rógvi, føroyskur politikari (f. 1973)
- 15. februar - Dan Uzan, jødiskur kurvabóltsleikari og cand.phil (føddur 1977).
- 21. februar - Clark Terry, amerikanskur jazztrompetistur (føddur 1920).
- 28. februar - Dorete Bloch, føroyskur/danskur granskari og professari (fødd 1943).
Mars
- 8. mars - Sam Simon, amerikanskur sjónvarpsleikstjóri og sjónvarpsframleiðari (f. 1955).
- 9. mars - Frei Otto, týskur arkitektur (f. 1925).
- 12. mars - Sir Terry Pratchett, enskur fantasi rithøvundur (f. 1948).
- 13. mars - Inge Eriksen, danskur rithøvundur (f. 1935).
- 21. mars - Jørgen Ingmann, danskur tónleikari (f. 1925)
- 24. mars – Anna V. Ellingsgaard, føroyskur journalistur (f. 1966).
- 26. mars - Tomas Tranströmer, svenskur rithøvundur (f. 1931)
- 29. mars – Helle Stangerup, danskur rithøvundur (f. 1939)
Apríl
- 4. apríl - Klaus Rifbjerg, danskur rithøvundur (f. 1931)
- 13. apríl - Günter Grass, týskur rithøvundur (føddur 1927).
- 14. apríl - Percy Sledge, amerikanskur sangari (føddur 1941).
- 15. apríl - Gunilla Wolde, svenskur barnabókarithøvundur (fødd 1939).
- 30. apríl - Ben E. King, amerikanskur soulsangari (føddur 1938).
Mai
- 2. mai - Ruth Rendell, bretskur rithøvundur og politikari (fødd 1930).
- 9. mai - Kenan Evren, turkiskur politikari (føddur 1917).
- 14. mai - B.B. King, amerikanskur tónleikari (føddur 1925)
- 18. mai - Halldór Ásgrímsson, íslendskur forsætisráðharri (f. 1947).
- 20. mai - Ebba Hentze, føroyskur rithøvundur (fødd 1930).
Juni
- 5. juni - Tariq Aziz, irakiskur politikari (føddur 1936).
- 7. juni - Christopher Lee, bretskur sjónleikari (føddur 1922).
- 9. juni - James Last, týskur undirhaldari og orkesturleiðari (føddur 1929).
- 22. juni - James Horner, amerikanskt filmtónaskáld (f. 1953), flogvanlukka
Juli
- 10. juli - Omar Sharif, egyptiskur sjónleikari (føddur 1932)
- 11. juli - Satoru Iwata, japanskur programmørur og stjóri fyri Nintendo (føddur 1959).
- 19. juli - Simon Rosenbaum, dansur tónleikari, sjónleikari og teksthøvundur (føddur 1926).
- 27. juli - Abdul Kalam, indiskur verkfrøðingur og politikari (føddur 1931).
- 30. juli - Lynn Anderson, amerikanskur countrysangari (fødd 1947).
August
- 1. august - Cilla Black, ensk songkvinna og sjónvarpsvertur (fødd 1943).
- 11. august - Harald Nielsen, danskur fótbóktsleikari (føddur 1941).
- 30. august - Wes Craven, amerikanskur filmsleikstjóri (f. 1939)
September
Oktober
- 5. oktober - Henning Mankell, svenskur rithøvundur (føddur 1948).
- 24. oktober - Maureen O'Hara, írsk-amerikonsk sjónleikarinna (fødd 1920).
November
- 10. november - Helmut Schmidt, týskur politikari føddur 1918).
Desember
- 19. desember - Karin Söder, svenskur politikari (fødd 1928).
- 22. desember - Nikolaos Kapnas, usbekiskur/grikskur/føroyskur tónleikari, (f. 1962)
- 24. desember - Turid Birkeland, norskur politikari (f. 1962)
- 28. desember - Lemmy Kilmister, enskur tónleikari (Motörhead) (føddur 1945).
- 31. desember - Natalie Cole, amerikonsk songkvinna (fødd 1950).