19. oktober

Sep - Okt - Nov
Mi Fr Le Su
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
Kalendari fyri 2024
Allir dagar

19. oktober er dagur 292 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 293 um skotár er). 73 eru dagar eftir av árinum.

Hendingar

  • 1453 - Hundraðárakríggið endar, eftir at franskar deildir høvdu afturtikið Bordeaux.
  • 1781 - Amerikanska fullveldiskríggið endar við, at Lord Cornwallis gevur seg yvir til George Washington við Yorktown í Virginia.
  • 1864 - Undir amerikanska borgarakrígnum endar slagið við Cedar Creek við sigri til Sheridan genral á suðurstatunum.
  • 1906: Ferdinand Salling letur ein klædnahandil upp í Århus, sum seinni verður til Stormagasinet Salling. Í 1964 stovnar sonur hansara Dansk Supermarked A/S upp, osum í dag stendur aftan fyri m.a. Føtex, Bilka og Netto.
  • 1926: Eftir at Joseph Stalin er komin til valdið, verða Leo Trotsky og Grigory Zinoviev koyrdir úr russiska kommunistaflokkinum.
  • 1943 - Streptomycin, sum er fyrsta antibiotiska evnið ímóti tuberkulosu, verður isolerað av granskarum á Rutgers University í New Jersey, USA.
  • 1963: Sir Alec Douglas-Home úr konservativa flokkinum verður bretskur forsætisráðharri eftir Harold MacMillan.
  • 1977 - Formaðurin í vesturtýska arbeiðsgevarafelagnum, Hans-Martin Schleyer, verður funnin dripin við nakkaskoti í viðførisrúminum í einum bili 45 dagar eftir, at hann varð tikin gísli av Rote Arme Fraktion.
  • 1989 - Í Ungarn samtykkir tingið eina lóg um at stovna politiskar flokkar.
  • 1998 - Amerikanarin Mike Tyson fær boksiloyvið aftur, sum hann misti, eftir at hann beit petti av oyranum á mótstøðurmanni sínum Evander Holyfield í einum dysti árið fyri.
  • 2002 - Metro'in í Keypmannahavn letur upp.


Føðingar

Andlát

  • 1977: 45 dagar eftir at yvirgangsfelagsskapurin Rote Arme Fraktion hevur burturflutt Hans-Martin Schleyer, formann í vesturtýska arbeiðsgevarafelagnum, verður hann funnin deyður í viðførisrúminum á einum bili, skotin í nakkan.
  • 1984: Pólskir løgregluyvirmenn burturflyta og drepa prestin og andstøðingin Jerzy Popieluszko. Illa farna líkið av honum verður seinni funnið í eini á.



Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið