2018

2018 var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mánadegi. Tað var ár 2018 eftir Kristi føðing, ár 18 í triðja ártúsund, ár 18 í 21, øld og ár 9 í 2010-árunum.

Árstal
2015 2016 201720182019 2020 2021
Áratíggju
2000-árini2010-árini2020-árini
Øldir
20. øld21. øld22. øld

Hendingar

  • 24. februar - Trygvi Danielsen vinnur filmsvirðislønina Geytan fyri filmin "111 góðir dagar". Maria Tórgarð vinnur áskoðaravirðislønina fyri filmin "Maðurin við blæðuni".
  • 10. mars - Føroyska Tónlistavirðislønin (FMA) verður latin í Norðurlandahúsinum.
  • 24. mars - Nógv fólk kemur saman á Tórsvølli, at síggja eyðkenda HM-steypið í fótbólti og franska fótbóltsleikaran Christian Karembeu, ið var við til at vinna steypið til Fraklands í 1998. Eftir steðgin í Føroyum fór steypið víðari til Íslands á ferð síni kring heimin, áðrenn tað endar í Russlandi til heimsmeistarakappingina í summar.[3]
  • 25. mars - Kalsoyingar vakna við at standmyndin av Kópakonuni, ið stendur í Mikladali, hevur verið ílatin í burka.[4]
  • 9. mai - Kommunulæknafelag Føroya lýsa yvir verkfalli. Kommunulæknafelagið og lænardeild Fíggjamálaráðsins koma til semju tann 18. mai 2018.[5]
  • 20. mai - Beinir Bergsson vinnur fyrstu EBBU virðislønina fyri yrkingasavn sítt Lítli drongurin og beinagrindin.
  • 27. mai - Magnus Tausen verður endurvaldur formaður Flogbóltsamband Føroya (FBF).[6]
  • 1. juni - Hallur Holm fer frá sum formaður Frælsan Ítrótt Føroya (FÍF), eftir 8 ár í formanssessinum. Sølvi Reinert Hansen tekur við sum nýggjur formaður.[7]
  • 3. juni -
    • Matstovan Koks vinnur virðislønina "ársins matstova" frá The Nordic Prize.[8]
    • Tórshavnar maraton verður hildið fyri fjórðu ferð.[9]
  • 8. juni - Gekkurin í Kringvarpi Føroya fer uppá 3 milliónir krónur fyri fyrstu ferð.[10]
  • 8. - 11. juni - FM í langgeil 2018 verður hildin í Pálshøll í Vági.[11]
  • 9. juni - Olaf Johannesen vinnur eina Reumert virðisløn fyri "ekstraordinære præstationer og særlige talenter inden for dansk scenekunst" í Keypmannahavn.[12]
  • 10. juni - Vípan úr fimleikafelaginum Støkk gerst nummar 10 í Heimsmeistarakappingini í etiskum fimleiki, ið verður hildin í Budapest. Hetta er besta úrslit Føroya í altjóða fimleikakapping nakrantíð.[13]
  • 18. september - Flogbóltsfelagið Mjølnir fyllir 40 ár.[14][15]
  • 25. oktober - Føroya Tele boðar frá avtalu við samskiftisveitaran Huawei, ið ber við sær at Føroyar raðfestast millum tey fyrstu í heiminum ið fáa 5G fartøkni summarið 2019.[16]
  • 18. november - Havnarmaðurin David Arge Galán endurvinnur heimsmeistaraheitið í Pro Men's Physique í Los Angeles. Hann vann hetta heiti fyri fyrstu ferð í 2015.[17][18]
  • 23. november -
    • Føroyar verða valdar sum vertur fyri U17 EM undankapping hjá kvinnum. Hetta gerst greitt eftir eitt lutakast í Nyon í Sveis. Kappingin skal haldast í døgunum 16. til 24. oktober 2019.[19]
    • Verkhúsið Virkni fyllir 25 ár.
  • 26. november -
    • Í sambandi við bókadagar, boðar Rigmor Dam, løgtingskvinna í mentamálum, frá at øll børn fødd frá 01. januar 2018, somuleiðis ættleidd børn, fáa nýggju bókina Barnasangbók Føroya, sum gávu frá landinum.[20]
    • Føroyar fáa eitt nýtt uppsjóvar skip, tá norska skipið Herøy verður skrásett undir føroyskum flaggi. Nýgja skipið fær navnið Katrin Jóhanna, VA 410.[21]

Ítróttur

Fótbóltur

Landsdystir

Hondbóltur

  • 17. februar - Steypafinala Kvinnur: Kyndil - VÍF (19-23)
    • Dagsins leikarar: Maya Dragoljubovic (Kyndil), Kristina Griksaite (VÍF)
  • 17. februar - Steypafinala Menn: Menn: Kyndil - H71 (24-17)
Landsdystir

Svimjing.

  • 8. juni - Havnar svimjifelag setur nýtt føroyskt met í 4x100 metra blandaðari svimjing. Liðið manna Óli Mortensen, Alvi Hjelm, Niels Nattestad, og Bartal E. Eidesgaard. Nýggja metið er tíðin 4:11.85.[23]

Føðingar

Andlát

Keldur

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Preview of references

  1. http://portal.fo/partarnir+godkent+uppskotid+verkfallid+er+av.html
  2. http://portal.fo/verkfall+dagstovnar+lata+aftur+hosdagin.html
  3. http://portal.fo/myndir+fifa+steypid+lendi+i+bakandi+sol+i+vagum.html
  4. http://portal.fo/kopakonan+klodd+i+burka.html
  5. http://portal.fo/kommunulaeknarnir+og+lonardeildin+godtaka+semingsuppskotid.html
  6. http://www.in.fo/itrottur/sport-detail/obroytt-nevnd-i-flogboltssambandinum/[deyð leinkja]
  7. http://www.in.fo/news-detail/soelvi-tekur-vid-eftir-hall/[deyð leinkja]
  8. http://portal.fo/dimma-5054/koks-er-besta-matstova-i-nordurlondum.grein
  9. http://portal.fo/myndir+torshavn+marathon+2018.html
  10. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2018-06-13. https://web.archive.org/web/20180613101609/http://www.in.fo/news-detail/120000-todnadu-nidur-i-12500-kronur/. Heintað 2018-06-11. 
  11. http://www.svimjing.com/
  12. http://www.in.fo/news-detail/olaf-johannessen-fingid-reumert-heidursloen/
  13. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2018-06-13. https://web.archive.org/web/20180613143330/http://www.in.fo/itrottur/sport-detail/vipan-ur-stoekk-millum-heimsins-bestu/. Heintað 2018-06-11. 
  14. https://nordlysid.fo/tidindi/57170/mjolnir-skipar-fyri-almennari-mottoku
  15. http://kvf.fo/netvarp/sv/2018/11/26/18112632mjolnir40ar
  16. http://kvf.fo/greinar/2018/11/21/foroya-tele-aetlar-geva-skotskum-oyggjum-5g
  17. http://kvf.fo/netvarp/sv/2018/11/26/18112632galan
  18. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2018-11-21. https://web.archive.org/web/20181121010433/http://www.in.fo/news-detail/david-er-aftur-heimsmeistari/. Heintað 2018-11-27. 
  19. http://kvf.fo/greinar/2018/11/23/em-undankapping-i-fotbolti-spaeld-i-foroyum
  20. https://portal.fo/dagur-10817/oll-nyggj-born-faa-nyggju-barnasangbokina.grein
  21. https://portal.fo/dagur-10835/katrin-johanna-skrasett-undir-foroyskt-flagg-i-dag.grein
  22. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2018-06-06. https://web.archive.org/web/20180606163337/http://www.in.fo/itrottur/sport-detail/beinleidis-svoeriki-foeroyar/. Heintað 2018-06-04. 
  23. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2018-06-13. https://web.archive.org/web/20180613143253/http://www.in.fo/itrottur/sport-detail/settu-foeroyskt-met/. Heintað 2018-06-11.