Himalaia

Himalaia
Mount Everest, hægsta fjall í heiminum
Mount Everest, hægsta fjall í heiminum
Heimspartur: Asia
Land:  Pakistan
 Kina
 India
   Nepal
 Butan
Hægsta fjall: Mount Everest (8.848 m)

Himalaiafjøll eru sum ein ovurstórur og høgur múrur ímillum India og Tibet (Kina). Fjøllini eru kavatakt alt árið, og her er hægsta fjall í heiminum, Mount Everest (8850 m). Fjøllini vórðu til fyri um 50 milliónum árum síðan, tá ið Indiapláta stoytti saman við Evrásiaplátu. Sum pláturnar stoyttu saman, var rondin á Indiaplátu kroyst inn undir Evrásiaplátu, og havbotnurin ímillum teirra varð faldaður saman og trýstur upp til tað, ið nú er Himalaiafjøll.


Hygg eisini at

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið