Tibet
Tibet (tibetanskt: བོད, kinverskt: 西藏) er ein landslutur í Fólkalýðveldinum Kina. Allastaðni í landslutinum standa kloystur, og ein fjøld av fólkinum eru munkar. Landslagið í Tibet er í støðum ógvuliga vakurt, og her ganga rættiliga nógvir seyðir, jakkoksar og neyt. Hetta sæst eisini aftur í tibetanska matinum, har jakkoksakjøt, -mjólk, -ostur og -smør eru rættiliga vanlig. Tibetanski háslættin, ið fevnir um bæði Tibet, kinesiska landspartin Qinghai og partar av India, hevur nógv fjøll, men eisini stórar, slættar víddir. Miðalhæddin á háslættanum, sum viðhvørt verður nevndur ‘heimsins tak’, er hægri enn 4.500 metrar. Fleiri tibetansk tempul eru bygd inn í holur í fjøllunum. Í Tibet gerst myrkt rættiliga seint, tí Kina hevur bert eina tíðarsonu, hóast landið er so ógvuliga stórt, og tíðarmunurin millum Tibet og grannalondini beint vestan fyri markið er 2-3 tímar. Á sama longdarstigi sum Kina hevur Russland fimm ymiskar tíðarsonur.
Seinastu árini er tað blivið lættari og lættari hjá útlendingum at sleppa inn í Tibet, men kinesiska stjórnin broytir treytirnar hvørt ár. Fyri fáum árum síðani skuldu minst fýra við sama tjóðskapi fylgjast fyri at sleppa inn í Tibet. Í 2016 eru tó einastu treytirnar, at tú hevur galdandi visum til Kina, og at tú hevur eitt serloyvi at sleppa inn í Tibet. Kinesiskir statsborgarar kunnu ferðast frítt í Tibet, men tibetanarar úr Lhasa kunnu ikki fáa pass, tí Lhasa vanliga er høvuðssætið hjá Dalai Lama, tá hann ikki er í útlegd. Kinesiska stjórnin tykist halda, at um fólk úr Lhasa fara at ferðast um allan heim, kann tað gerast ein trupulleiki. Tó tykjast aðrir tibetanarar kunna fáa pass, men passið kann vera tikið frá teimum nær sum helst.
Landafrøði
Tibet verður ofta kallað heimstekjan, tí tað er hægsta land í heiminum. Tibet er so stórt sum Grønland. Meginparturin av tí er hægri enn 2.000 metrar. Høvuðsstaðurin eitur Lhasa. Hann stendur í tí fruktabesta partinum av landslutinum, har sum teir stóru garðarnir við abrikosutrøum, fersknutrøum og súreplatrøum eru. Og ímillum garðarnar er grasgóður bøur og grønur hagi, har seyður og jakkoksar ganga á biti. Á teimum turru heiðunum býr flytifólkið. Tey hava jakkoksar og onnur dýr, sum tola væl kulda. Jakkoksin mjólkar nógva og tjúkka mjólk, og mjólkin er høvuðsføðslan hjá flytifólkinum.
Søga
Fólkið í Tibet fekk leingi frið fyri øðrum, tey høvdu sítt land, sína mentan og sína trúgv fyri seg sjálvan.
Í Tibet vaks upp ein serlig grein av buddusmuni, sum tey kalla mahayanalæran. Høvuðsmaðurin fyri mahayanalæruna eitur Dalai Lama. Dalai Lama búði í Lasha saman við einum tali av munkum.
Í 1959 tók Fólkalýðveldið Kina ræðið í Tibet og gjørdi tað til ein kinverskan landslut. Dalai Lama, sum áður hevði stýrt landinum, mátti rýma til India og býr nú har í útlegd.