Madison (Wisconsin)

Madison, Wisconsin
Flagg Kort
Grunddáta
Land: USA
Lutstatur: Wisconsin
Grundlagdur: 1836
Vídd: 262, 96 km²
Íbúgvar (2019): 259 680[1]
fyri km²: 1 260 /km²
Heimasíða: City Of Madison

Madison er høvuðsstaðurin og næststørsti býurin í amerikanska stakríkinum Wisconsin.

Býurin liggur í syðra partinum av stakríkinum, um leið 120 km vestan fyri Milwaukee, sum er størsti býurin í lutstatinum Wisconsin. Miðbýurin í Madison er bygdur á einum 1-2 km breiðum eiði millum tey bæði stóru vøtnini, Lake Mendota og Lake Monona.

Søga

Madison varð grundlagdur í 1836 og gjørdist høvuðsstaður í lutstatinum sama ár. Býurin bleiv uppkallaður eftir James Madison, sum var fjórði forsetin í USA. Hann andaðist í juni mánaði í 1836.

Madison hevði í 2019 um leið 260 túsund íbúgvar.[1]

Myndir

Kend fólk

  • Frank Lloyd Wright, amerikanskur arkitektur (1867-1959)
  • Thornton Wilder, amerikanskur rithøvundur (1897-1975)
  • Gena Rowlands, amerikonsk sjónleikarinna (*1930)

Sí eisini

Ávísingar úteftir

Coordinates: 43°04′29″N 89°23′03″W / 43.07472°N 89.38417°W / 43.07472; -89.38417

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur

Hendan greinin um USA er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana