Mate
![](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/a/a6/Mate_en_calabaza.jpg/220px-Mate_en_calabaza.jpg)
Mate er ein koffeinríkur drikkur, sum er gjørdur av yerba mate-plantuni. Drikkurin verður eisini nevndur chimarrão (portugisiskt) ella cimarrón (spanskt). Drikkurin er væl dámdur í Argentina, Uruguai, Paraguai og í teimum syðru statunum í Brasil. Mate verður eisini drukkin í syðra partinum av Kili, Chaco-landslutinum í Bolivia, Sýria og Libanon.