Pólalýsi

Mynd av norðlýsi.
Upptøka av suðurlýsi av NASA 11. september, 2005, talgilt lagt yvur mynd av Jørðini.

Suðurlýsi (latín: aurora australis) og norðlýsi (latín: aurora borealis) sæst, tá sólvindurin er sterkari enn normalt við stórum ravmagns úrløðingum, sum sleingja ravmagns løddum molum ímóti Jørðini. Tað er mest sannlíkt at uppliva norðlýsið norðalaga í Skandinavia, Norður-Russlandi, Svalbarði, Alaska og norðara parti av Grønlandi, Kanada, Íslandi og Føroyum. Felagsheiti fyri suðurlýsi og norðlýsi er pólalýsi (aurora polaris).

Norðlýsið byrjar í ovara lofthavinum millum 80 kilometrar og sjáldan yvir 500 kilometra hædd yvir yvirflatuni á jørðini. Norðlýsið kemur av elektriskum partiklum frá sólini, ið koma inn í magnetøkið á jørðini. Økið leiðir pariklarnar inn í umráðið runt um magnetisku pólarnar á jørðini. Norðlýsið kann síggja sera ymiskt út. Litirnir í norðlýsinum síggjast í linjum, ið breiða seg yvir alt økið. Latínska navnið fyri norðlýsið er "aurora borealis". Sama ljósfyribrigdið kallast suðurljósið, ella "australis", tá ið tað er á syðru helvt av jørðini, og felagsnevnarin fyri hesi bæði er polarljós. Carl Størmer var ein virkin norskur granskari av norðlýsinum, og hann gjørdi eitt slóðbrótandi arbeiði við at kortleggja norðlýshæddina. 



Fyrr í tíðini, tá norðlýsið bleiktraði yvir luftini, var tað hildið at vera ónd ávaring. Sámarnir trúðu, at norðlýsið vóru sálirnar hjá teim deyðu, tí skuldi tað ikki tosast um.


Slóðir

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Sí eisini