Pittsburgh
Pittsburgh, Pennsylvania | |
---|---|
![]() | |
Skjøldur | Kort |
![]() |
![]() |
Grunddáta | |
Land: | ![]() |
Stakríki: | ![]() |
Vídd: | 151,11 km² |
Íbúgvar (2018): | 301.048 |
Heimasíða: | pittsburghpa.gov |
Pittsburgh er ein amerikanskur býur, ið liggur í útsynningshorni av stakríkinum Pennsylvania, nærhendis markinum við Ohio. Pittsburgh er næststørsti býur í Pennsylvania, og hevði í 2018 umleið 301.000 íbúgvar.[1]
Býurin varð í 1758 uppkallaður eftir William Pitt, ið var bretskur forsætisráðharri.
Pittsburgh liggur við staðið har tvær stórar áir møtast, áin Allegheny og áin Monongahela. Hetta er byrjanin til Ohioánna.
Myndir
-
Tann elsti bygningurin í Pittsburgh er Fort Pitt Blockhouse, sum varð bygdur av bretum í 1764.
-
Miðbýurin, har ið Ohioáin byrjar.
-
Áin Monongahela í Pittsburgh.
-
Pittsburgh
Ávísingar úteftir
- Heimasíða, pittsburghpa.gov
- Pittsburgh, wikivoyage.org
Coordinates: 40°26′22.64″N 79°58′34.53″W / 40.4396222°N 79.9762583°W
Keldur
- ↑ Pittsburgh city, Pennsylvania, census.gov