Uppsala
![](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/c/c5/Uppsala_domkyrka_oktober_2011.jpg/240px-Uppsala_domkyrka_oktober_2011.jpg)
Uppsala er ein býur í Uppsala kommunu í Uppsala län, Svøríki. Býurin liggur 66 km norðanfyri Stokkhólm og er fjórðstørsti býur Svøríkis við 140.454 íbúgvum (2010). [1]
Universitetið í Uppsala varð stovnað í 1477, og er tað fyrsta fróðskaparsetri í Svøríki.
Dómkirkjan í Uppsala er 118,7 metrar høg. Byrjað varð at byggja kirkjuna í 1272, og hon var vígd í 1435. Uppsala dómkirkja er ein dómkirkja í gotiskum sniði.
Her verður eisini Silvurbíblian goymd, hon sigst vera ein av elstu bókum í Evropa.
Keldur
Slóðir