1928

Árstal
1925 1926 192719281929 1930 1931
Áratíggju
1910-árini1920-árini1930-árini
Øldir
19. øld20. øld21. øld

1928 (MCMXXIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum sunnudegi.

Hendingar

  • Amelia Earhart í 1928.
    1. januar - Estland skiftir gjaldoyra frá mark til kroon.
  • 28. januar - Løgtingsval er í Føroyum.
  • 23. mars - Sluppin "Acorn" úr Klaksvík liggur við Ísland og fiskar, tá hon verður rakt av einum stórum sjógvi, sum ger, at sjógvur kemur niður í lugarið og fyllir ein karbiddunk, sum spreingist. Av spreingingini doyggja 6 mans beinan vegin, og ein sjeyndi doyr nakrar dagar seinri av brandsárum.
  • 12. apríl - Eitt bumbuálop, ætlað italska fasistleiðaranum Benito Mussolini, hevur við sær, at 17 óskyldig lata lív.
  • 14. apríl - Tveir jarðskjálvtar í Bulgaria hava við sær, at 21 000 bygningar oyðileggjast og næstan 130 lata lív.
  • 22. apríl - Ein jarðskjálvti í Grikkalandi hevur við sær, at 200 000 bygningar oyðileggjast.
  • 9. mai - Føroya KFUK skótar settar á stovn.
  • 10. mai - Fyrstu regluligu sjónvarpsendingarnar byrja í New York, USA.
  • 15. mai - Disney Studios útgevur stuttfilmin Plane Crazy. Hetta er fyrstu ferð, Mickey og Minnie Mouse eru at síggja.
  • 23. mai - Eitt bumbuálop á italsku sendistovuna í Buenos Aires, Argentina, hevur við sær, at 22 lata lív og 43 verða meiðslað.
  • 17. - 18. juni - Amelia Earhart verður fyrsta kvinnan, ið flýgur tvørtur um Atlantshavið, hesu ferð sum ferðafólk. Wilmer Stultz flýgur flogfarið.
  • 3. juli - Skotski uppfinnarin John Logie Baird vísir fram heimsins fyrsta litsjónvarp.
  • 3. september - Alexander Fleming enduruppfinnur pensilin av óvart, á St. Mary's sjúkrahúsinu í London, Englandi.
  • 16. september - Ódnarstormur í Florida, USA, hevur við sær, at 2 500 lata lív.
  • 12. oktober - Respiratorur verður nýttur fyri fyrstu ferð á barnasjúkrahúsinum í Boston, USA.
  • 2. november - Filmframleiðarin Metro-Goldwyn-Mayer fær eyðkendu leyvuna Telly sum búmerki.
  • 6. november - Herbert Hoover vinnur tað amerikanska forsetavalið.
  • 18. november - Disney Studios útgevur stuttfilmin Steamboat Willie, triðji filmurin sum Mickey Mouse hevur høvuðsleiklut í, men fyrsti talufilmurin hann var í og Disney gav út.

Ókendar dagsetningar

Ítróttir

List

Bókmentir

The Tower hjá W.B. Yeats.

Føðingar

Andlát

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið