Kirkja (hús)

Sands kirkja.

Ein kirkja er eitt hús (vanl. við torni) til kristna gudstænastu og halgigerðir. Orðið "kirkja" kemur av grikska orðinum kyriakon og merkir, "Vigt Harranum" og verður sagt bæði um húsið, har gudstænasta verður hildin, um kirkjusamfelagið og limirnar í kirkjuni. Í kirkjuni eru jarðarferðir, brúðarvígslur, tónleikaframførslur og møti. Í kirkjuni verða eisini sálmar sungnir. Fleiri kirkjur í Føroyum eru gamlar, og bygdar í serstøkum sniði. Aðrar eru nýggjar og øðrvísi, til dømis tann í Fuglafirði. Í útlondum eru kirkjur, sum eru fleiri enn 1000 ára gamlar, í Føroyum bert ein, tann í Kirkjubø.

Slóðir

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið