Móses

Jødiski profeturin Móses er ein tann týdningarmesti persónurin í GT og Tora. Hann stóð á odda, tá ið hebrearar vóru friðaðir úr træladómi í Egyptalands.

Móses (hebraiskt: מֹשֶׁה, latín: Moyses, grikskt: Mωϋσῆς) var profeturin, ið førdi ísraelsfólk úr trældómi egypta og leiddi tað fram at tí lovaða landinum. Hann fekk tey tiggju boðini frá Guði og var lóggevi Ísraels. Móses er týdningarmesti persónurin í fimm teim fyrstu bókunum í Bíbliuni, sum umframt at verða nevndar Mósebøkurnar ella Tora, eisini verða nevndar Genesis (1.), Exodus (2.), Leviticus (3.), Numeri (4.), og Deuteronomium (5.). Vanliga varð sagt, at Móses skuldi hava skrivað, men granskarar halda tær vera settar saman av nógvum yngri tekstum. Í Gamla Testamenti er Móses átrúnaðarligur og verðsligur leiðari ísraelsfólksins; hann varð føddur í Egyptalandi, meðan ísraelsfólk dvaldist har í trældómi [1], men eftir boðum frá Guði og við hansara hjálp leiddi hann fólkið til lovaða landið Kánáan; sjálvur doyði Móses, áðrenn tey náddu Kánáan [2], men tá hevði hann nevnt Jósva til eftirmann sín [3]; á Sinaifjalli tók hann ímóti teimum tíggju boðunum, sum gjørdust grundarlag undir átrúnaðarligu og verðsligu lógunum ísraelsfólksins. [4] Eisini gav hann ísraelsfólki nógvar aðrar lógir og sameindi fólkið til eina tjóð, eftir boðum Guðs. Enn tann dag í dag halda jødarnir seg til hesar lógir, sum eisini fevna um tey tíggju boðini, ið eru av størsta týdningi fyri kristin. Hugtikin av undranarsomu hendingunum í lívi hansara, hava listafólk í øldir skapað stór listaverk.

Navnauppruni

Av hebraiskum Mosheh um grikska sniðið Mōusēs (Μωυσής), helst upprunaliga úr egyptiskum, møguliga av navnorðinum mes, mesu 'sonur', sama rót sum seinni liður í nøvnum sum Tutmosis og Rameses 'føddur av (einum ávísum gudi)'; eisini tulkað at merkja 'drigin úr.

Fyrstu árini

Meðan dóttir fáraos tváaði sær í Nilánni, fekk hon eyga á kurvina millum sevini og bað eina ternu fara eftir henni. Síðan læt dóttirin hann fostra upp hjá eini bróstmóður, ið Miriam hevði víst henni á, og sum í veruleikanum var mamma hansara.

Patriarkarnir Ísakur, Jákup og Ábraham vóru forfedrar Mósesar. Tá ið hungursneyð hótti Kánáanland, fór abbasonur Ábrahams, Jákup, til Egyptalands við øllum húsi sínum. Summir søgufrøðingar halda, at hetta man hava verið í Nýggja egyptiska kongsdøminum frá um 1570 f.Kr., tá ið fleiri máttmiklir fáraoar hvør eftir annan ráddu fyri hesum stóra ríki. Sonur Jákups, Jósef, var høgt í metum í Egyptalandi, men so við og við vórðu ísraelsfólk alt meira kúgað. Bíblian greiðir frá, at Móses bjargaði teimum úr trældómi. Móses varð føddur í teirri tíðini í 1300 f.Kr., tá ið fárao hevði givið boð um, at øll nýfødd dreingjabørn hjá hebrearunum skuldu druknast. Foreldrini eru hebraisk, Jochebed og Amram. Móðirin fjaldi hann í tríggjar mánaðir, so legði hon hann í eina kurv og læt hann liggja eftir millum sevini við Nilánna í Egyptalandi. Dóttir fáraos fann barnið. Bíblian sigur, at hann græt, og hon blotnaði. [5] Systir Mósesar, Miriam, ið var har í nánd og eygleiddi, fekk sagt, at hann kundi verða fostraður upp hjá hebreiskari konu. Kongsdóttirin játtaði, og systirin Miriam leyp av stað eftir mammuni. Á henda hátt kom Móses aftur til mammu sína og var hjá henni, til hann var nóg gamal at vera í kongsins hús. Tá ið hann var tilkomin, tók dóttir fáraos hann til sín og kallaði hann Móses, ið merkir “eg dró hann upp úr vatninum”. Móses var av ætt Levis, ið var triði sonur Jákups. Siðst í 1300 f.Kr. gjørdi fárao (helst Ramses II) av, at tað vóru ov nógvir hebrear í Egyptalandi og gav boð um, at øll teirra fyrstføddu dreingjabørn skuldu sláast í hel. Søgnin sigur, at Móses var hjá mammuni í uml. tvey ár, áðrenn dóttir fáraos tók hann aftur til sín. Móses var aldur upp og lærdur sum tað sømdi seg einum egyptiskum prinsi. Halgabók nevnir einki um hetta tíðarskeiðið; søgur hansara barnadagur eru at finna í Midrasj, eitt savn av jødiskum tekstum, ið vóru skrivaðir til tess at hjálpa lesaranum til at skilja Bíbliuna.

Móses flýggjar til Midianlands

Móses skal hava verið síni fyrstu 40 ár í egyptisku hirðini. Tað verður hildið, at í hesum tíðarskeiði hevur hann fingið at vita, at hann var hebrei. Hetta kann vera orsøkin til, at hann drap egyptan, sum bardi hebraiskan mann. [6] Móses flýddi síðan til Midianlands, útnyrðingsstrondina í dagsins Saudi-Arábia, at krógva seg fyri fárao, ið ætlaði at beina fyri honum. Nú var hann í Midianlandi tey næstu 40 árini. Ein dagin hvíldi Móses seg við ein brunn í Midianlandi. Tá komu eisini hagar døtur Jetros, ið var prestur har, eftir vatni. Nakrir hirðar komu framvið og ætlaðu at reka genturnar burtur, men Móses kom teimum til hjálpar. Síðan oysti hann teimum vatn upp í íløtini og gav dýrunum. Tá ið døturnar komu heim, greiddu tær faðir sínum, Jetro, frá um egyptiska mannin, sum kom teimum til hjálpar við brunnin. Jetro bað døturnar bjóða manninum heim sum tøkk fyri góðgerðina. Móses tók við innbjóðingini og varð búgvandi hjá Jetro. Síðan giftist Móses við einu dóttrini, Zapporu, og við henni fekk hann tveir synir. Hesa tíðina, meðan Móses var í Midianlandi, hevði ísraelsfólk tað ringt í Egyptalandi.

Ein dagin, sum hann sat hjá seyði hjá verfaðirinum Jetro, sá hann ein runn standa í ljósum loga á Sinaifjalli (Hórebsfjalli). Tá ið Móses fór nærri at vita, hoyrdi hann Guðs rødd úr runninum, og hon segði, at hann mátti fara aftur til Egyptalands at hjálpa tjóð sínari, tí trælkaða jødisku ísraelsfólki. “Tú skalt føra tey út úr líðingunum”, greiddu Guð Mósesi frá, “til land, sum flýtur í hunangi og mjólk”. [7] Tað var tað landið, ið fyrr varð lovað Ábrahami, sum var ættfaðir Mósesar. Guð opinberaði eisini navn sítt fyri Móses, tá ið hann segði “eg eri tann, sum eg eri”, ella á hebraiskum יהוה (JHVH, Jahve ella Jehova), Guð feðra hansara. Guð beyð honum at fara aftur til Egyptalands og fría fólkið, men Móses bønaði Guð at senda onkran annan, tí hann var so tungdur fyri málinum. Tá ilskaðist harrin og bað Móses fáa sær bróðurin Áron til talsmann. Síðan búði hann seg til við øllum húski sínum og fór til Egyptalands. Har hitti hann Áron aftur.

Tær tíggju plágurnar

Við boðum frá Guði fóru Móses og bróðirin Áron til Egyptalands at biðja fárao loysa ísraelsfólk úr trældómi. [8] Fyrsti fundurin millum Áron, Móses og fárao gav einki úrslit. Aðru ferð vildi fárao síggja okkurt tekin. Áron tveitti stavin, og hann gjørdist til ein orm. Gandakallur fáraos gjørdu tað sama, men ormur Árons gloypti teimum. Men fárao vildi framvegis ikki loyva ísraelsfólki at fara. Dagin eftir kom Móses aftur og brúkti sama stav at gera vatnið í Níl til blóð, men heldur ikki hetta viðaki fárao. Tá ið fárao noktaði, sendi Guð egyptum tíggju plágur. Fyrst gjørdist vatnið í Níl til blóð, síðan komu óteljandi mongdir av mýggjabitum, bitflugum og froskum. Síðan komu fenaðardrepsótt, heglingur, myrkur, kýlasótt og ongsprettur. Tíggjunda plágan var tann ræðuligasta: øll frumborin í Egyptalandi skuldu doyggja, eisini bæði dýr og børn. Undan tíggindu pláguni hevði Guð sagt Mósesi, hvat ísraelsfólk skuldu gera. Hvørt húski skuldi ofra lamb og smyrja blóðið á duratræ og durastavir. Síðan skuldu tey steikja kjøtið væl og eta tað aftur við ósúrgarðum breyði og beiskum urtum. Máltíðina skuldu tey njóta ferðabúgvin við stavi í hendi. Tá ið frumbornu egyptisku børnini vórðu dripin, leyp oyðandi eingil Guðs húsini hjá ísraelsfólki um. Blóðið av lambinum var bjargingin. Hesin tilburðurin er upprunin til jødisku páskahátíðina Pezach.

Tá náttina, tá ið tíggunda plágan kom, gav fárao Ároni og Mósesi boð um at savna fólkið og rýma úr Egyptalandi. Ísraelsfólk tóku so síni ósúrgaðu breyð, fingu sær klæðini og tóku við sær egyptisku silvur- og gullgripirnar, so sum Móses hevði sagt. Ísraelsfólk fóru so til gongu úr landinum við øllum fenaðinum. Halgabók sigur, at í tali vóru tey “okkurt um seks hundrað túsund menn, umframt konur og børn”.

Ígjøgnum Reyðahav

Móses leiðir fólkið úr Egyptalandi ígjøgnum Reyðahavið.


So slapp ísraelsfólk avstað, og tey flýddu eystureftir til Kánáanland (lovaða landið, Ísrael). Hetta var byrjanin til tann stóra flóttan úr Egyptalandi. Móses skipaði fyri øllum eftir Guðs boðum. Tá ið fárao frætti, at ísraelsfólk vóru farin úr landinum, broytti hann støðu og sendi herin eftir teimum. Men Guð førdi Móses og fólkið gjøgnum oyðuna. Um dagin gingu tey eftir skýstólpa og um náttina eftir eldstólpa. Móses førdi tey gjøgnum oyðimørkina til tað, sum verður hildið at vera Reyðahav. Egyptiski herurin elti tey, tí fárao iðraði seg nú um at missa allar sínar jødisku trælir. Tá ið tey koma til havið, rætti Móses hondina út, og á undursaman hátt skilti vatnið seg sundur. [9] Ísraelsfólk gekk turrskøtt yvirum, men tá ið egyptar ætlaðu sær aftaná, rætti Móses aftur hondina út, og nú floymandi vatnið innaftur. Bíblian sigur, at allur herurin druknaði. Tá ið ísraelsfólk vóru komin yvirum í øllum góðum, skipaði Miriam, systir Mósesar, fyri hátíðarhaldinum. Miriam var profetkona og høgt í metum. Hon tók tá eina trummu í hond og dansaði og sang, og allur kvinnurnar tóku undir við henni, tá ið hon skipaði og kvað.

Á longu leiðini til Kánáanlands troyttaðust ísraelsfólk av oyðimørkini og gramdu seg fyri Mósesi. Við einum undri fekk Móses tað beiska vatnið í einari oasu at smakka væl, men svongdin nívdi eisini. [10] So sendi Guð teimum manna og lynghønur at eta. Manna-kornið fall á jørðina eins og døgg, og hugsanin um hetta breyð av himni hugtók m.a. mangan listamannin í renesansutíðini. Tað var sera tvørligt hjá ísraelsfólki at koma ígjøgnum oyðimørkina, og Móses fekk seg mangan royndan. Tá ið tey høvdu fingið manna av himni, fóru tey aftur at gremja seg um, at einki vatn var. Móses vendi sær til Guð, og málið varð loyst við undirsamari hending. [11] Vatnið, sum vellir úr klettinum gjørdist enn eitt vældámt evni í listini.

Móses fær lógir Guðs

Brot av málningi eftir niðurlendingin Rembrandt van Rijn (1606-69) sýnir Móses grýta talvurnar frá sær.

Hendingarnar á Sinaifjalli í Egyptalandi eru millum tær týdningarmestu í lívi Mósesar. Í frásøgnini um tilburðirnar leggur Bíblian stóran dent á týdningin, ið hann, sum eisini var profetur, hevði í tí, sum fór fram. Tað var bara hann, ið kundi tala beinleiðis við Guð og bera fólkinum tey guddómligu boðini. [12] Tey tíggju boðini voru rist á tvær steintalvur, sum vóru løgtalvurnar. Harumframt fekk Móses nógvar aðrar lógir, sum eru nevndar sáttmálabókin. Bíblian greiðir frá, at ísraelsfólk høvdu reikað um í oyðimørkini í tríggjar mánaðir, tá ið tey fingu sær legu undir Sinaifjalli. Tað var heilaga fjall Guðs, við hvørt nevnt Hóreb. Fjallið eitur í dag Jebel Musa, t.e. fjall Mósesar á arábiskum. Tá ið Móses fór niðan á fjallið, segði Guð honum, at hann kom aftur um tríggjar dagar. Triðja dagin fjaldi stórt skýggj Sinaifjall, og toran gekk, og snarljósini skygdu. Síðan hvøll lúðraljóð, og fólkið skalv av ræðslu. [13] Tá ið Móses fór upp aftur á fjallið, gav Guð honum tey tíggju boðini at bera fólkinum. Síðan gav hann Mósesi nógvar aðrar lógir, sum ísraelsfólk skuldu lýða. Tað vóru reglur at ganga eftir í vanliga lívinum, og tær hava framvegis stóran týdning fyri jødar. 


Tey tíggju boðini

  1. Fyrsta boð: Tú mást ikki hava aðrar gudar enn meg.

  2. Annað boð: Tú mást ikki misbrúka navn harrans Guds tíns.
  3. 
Triðja boð: Mins til at halda hvíludagin heilagan.
  4. 
Fjórða boð: Æra faðir tín og móður tína.

  5. Fimta boð: Tú mást ikki drepa.
  6. 
Sætta boð: Tú mást ikki dríva hor.

  7. Sjeynda boð: Tú mást ikki stjala.

  8. Áttanda boð: Tú mást ikki bera rangan vitnisburð ímóti næsta tínum.

  9. Níggjunda boð: Tú mást ikki girnast hús næsta tíns.
  10. 
Tíggjunda boð: Tú mást ikki girnast konu næsta tíns, ei heldur træl hansara, trælkvinnu hansara, neyt hansara, esil hansara, ella nakað, ið næsti tín eigur.

Fólkið tilbiður gullkálvin

Tá ið Móses fekk lógirnar frá Guði, var hann á Sinaifjalli í 40 dagar, men fólkið kendi ongan frið á sær og vendi aftur til heiðinskapin. Tey bóðu Áron gera ein gud, ið kundi leiða tey víðari, og hann læt stoypa ein gullkálv av gripum teirra. Tá ið fólkið sló ring um avgudin, gjørdist Guð vreiður og beyð Mósesi at fara oman aftur til fólkið. Móses bað Guð fyrigeva fólkinum og ikki lata vreiðina ganga út yvir tey, ið høvdu brotið boðið “tú mást ikki gera tær skurðgud”. Tá ið Móses sá fólkið dansa um gullkálvin, varð hann so rúkandi óður, at han smildraði løgtalvurnar sundur. [14] Síðan hirdi hann gullkálvin í eldin og muldi hann í dust, rørdi tað út í vatnið og læt ísraelsfólk drekka. Seinni beyð Guð honum at gera tvær nýggjar steintalvur líkar teim fyrru. Tá ið Móses hitti harran á øðrum sinni á Sinaifjalli, ritaði Guð tey tíggju boðini á nýggju talvurnar.

Deyði Mósesar

Ísraelsfólk høvdu reikað um í oyðimørkini í næstan 40 ár, tá ið tey komu at Jórdanánni. Móses, ið nú var 120 ára gamal, visti, at hann fór ikki at føra fólkið um ánna og inn í tað lovaða landið Ísrael. Tá ið hann hevði skrivað alt, sum Guð hevði boðið honum, savnaði hann fólkið saman. Hann beyð teimum farvæl og ávaraði tey um, at onkuntíð mundu tey fara frá Guði. Síðan kvæð hann lovkvæði fyri teimum og vælsignaði ættir Ísraels. So fór hann niðan á fjallið Nebo, haðan hann sá inn í tað lovaða landið, og har uppi doyði hann. Áðrenn hann doyði, valdi Móses Jósva til sín myndiga eftirmann, og Guð setti hann at leiða fólkið inn í tað lovaða landið. [15] Móses valdi sær eisini ein mann úr hvørjari av teim 12 ættum Ísraels at kanna Kánáanland, ið Guð hevði lovað teimum. Teir vóru sendir at vita, hvussu landið, fólkið og jørðin vóru. Tá ið teir komu aftur, søgdu teir, at landið fleyt í mjólk og hunangi, og vístu fram ávøksturin, teir høvdu aftur við sær. Guð segði við Móses “nú havi eg latið teg líta at tí við egnum eygum, men yvir hagar skal tú ikki koma”. Móses fór tá niðan á fjallið Nebo, og Guð læt hann síggja inn í landið. Síðan doyði Móses uppi á Nebofjallinum.

Aðrir átrúnaðir

Muslimsk mynd úr 15. øld sýnir Musa (Móses).

Koranin, heilaga bókin hjá muslimum, sigur frá um Musa (Móses), og samráðingar hansara við fárao. Jødar nevna hesar Mósebøkur Tora ella lógin. Tær verða eisini umtalaðar sum Pentateuken, t.e. fimm skriftrullur.

Keldur

  1. 1. Mós. 2:1-10.
  2. 5. Mós. 34:1-8.
  3. 4. Mós. 27:15-23.
  4. 2. Mós. 20:1-17.
  5. Ápostlasøgan 7:21-22.
  6. 2. Mós. 2:11-15.
  7. 2. Mós. 3:2-4.
  8. 2. Mós. 7:1-4.
  9. 2. Mós. 14:21-22.
  10. 2. Mós. 16:4.
  11. 2. Mós. 17:5-6
  12. 5. Mós. 34:10-12.
  13. 2. Mós. 19:17-20.
  14. 2. Mós. 32:3-4.
  15. 4. Mós. 27:15-23.
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið