Burkina Faso

Burkina Faso
Flagg Burkina Faso
(Flagg Burkina Faso)
Skjaldarmerki Burkina Faso
(Skjaldarmerki Burkina Faso)
Tjóðarslagorð: Unité, Progrès, Justice (franskt)
Tjóðsangur: Une Seule Nuit
Alment mál Franskt
Høvuðsstaður Ouagadougou
Forseti Paul-Henri Sandaogo Damiba
Forsætisráðharri Albert Ouédraogo
Fullveldi 5. august 1960
(frá Frakland)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
274,200 km²
0.14 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2020
 - tættleiki
 
21 510 181
64/km²
Gjaldoyra CFA Frankur
Tíðarøki UTC +0
Økisnavn á alnetinum .bf
Telefonkota +226

Burkina Faso (áður nevnt Ovara Volta) er eitt land í Vesturafrika við umleið 16,7 mió. íbugvar. Høvuðsstaðurin er Ougadougou. Í norðri hevur hann mark við Mali og Niger, í eystri við Benin, í suðri við Gana og Fílabeinsstrondin, og í vestri við Mali. Burkina Faso er inni í landinum í Afrika. Tað er av fátækastu londum í heiminum.

Søga

Burkina Faso gjørdist sjálvstøðugt frá Fraklandi í 1960. Blaise Compaoré hevur sitið við valdið síðani hernaðarkvettið í 1987. Fleiri val hava verið, sum forsætisráðharrin hevur vunnið greitt, men bæði andstøðan í landinum og altjóða samfelagið hava sett spurnatekin við øll valini, sum øll hava verið merkt av illgruna um svik.

Heruruin í Burkina Faso tók valdið í landinum, tá forsetin, Blaise Campaore, 29. okt. í 2014 varð rikin frá valdinum, eftir mótmælisgongur og samanbrestir í fleiri dagar.[1] Í fyrstu atløgu tók Honoré Traoré, herovasti, valdið og tilnevndi seg sjálvan sum landsins leiðara. Men dagin eftir var kvett framt móti honum, tá Isaac Zida, oberstloytnantur, tilnevndi seg sum forseta og boðaði frá, at hann verður leiðari fyri fyribilsstjórini, sum verður fram til valið í nov. 2014.[2]

Landafrøði

Sum í hinum londunum í Saheløkinum er turkur støðug hóttan. Seinastu árini hevur Saharaoyðimørk etið seg longri og longri suðureftir, og nógv gott beitilendi er vorðið oyðimørk.

Búskapur

Fáir býir eru í Burkina Faso, og mesta fólkið býr á bygd og livir av at velta jørðina og at halda neyt. Búskapurin í Burkina Faso er illa farin, tí at har hevur verið so ófriðarligt. Av tí at landið er so fátækt, fer triðja hvørt vaksið fólk av landinum at arbeiða. Burkina Faso fær nógva menningarhjálp úr útlondum. Á hvørjum ári lata Frakland, ið fyrr hevði valdið í landinum, og onnur lond í ES, Burkina Faso einar 2-3 milliardir krónur í menningarhjálp. Hjálpin verður bæði nýtt til stórar verkætlanir, til dømis til vatnorkubyggingar, og smá hjálpartiltøk, sum at grava vatnbrunnar, haðan ein bygd fær reint vatn.

Vatntrot og kørg jørð eru bóndunum mikil meinbogi. Áðrenn til ber at sáa ella seta niður, má bóndin fella trø og runnar og seta eld á tey og pløga øskuna upp í moldina, so at tað taðar jørðina. Velt verður í hesum nýlendi í eini 4-5 ár, men tá er tað so púrgað, at bóndin má leggja inn av nýggjum, og gamla stykkið liggur sum opinekra í minst 5 ár. Mangir bøndur hava urtagarðar, har teir dyrka grønmeti til sín sjálvs.

Folkið

Fólkasløg

  • Mossi (47.9 %)
  • Bobo (6.9 %)
  • Gurunsi (5.0 %)
  • Senufo (5.3 %)
  • Lobi (6.9 %)
  • Mande (6.7 %)
  • Fulan (10.3 %): Fulaniar eru flakkfólk og liva av at halda neyt. Teir fara víða um eftir beiti og seta upp smáttur sínar og tjøld síni, tá ið teir skulu hvíla seg. Fulaniar liva av tí, teir fáa av dýrum sínum, mjólk, smøri og osti. Kjøt verður næstan aldri etið, tí at teir unna sær sjáldan at taka eitt dýr úr fylginum og drepa tað. Mangir fulaniar eru givnir at liva sum flakkfólk og hava sett seg niður sum bøndur.
  • Tuareg (3.1 %)

Keldur

  1. http://www.bbc.com/news/world-africa-29851445
  2. http://www.foxnews.com/world/2014/11/05/3-african-presidents-visit-burkina-faso-to-press-military-to-return-to-civilian/


Lond í Afrika
Algeria | Angola | Benin | Botsvana | Burkina Faso | Burundi | Djibuti | Egyptaland | Ekvatorguinea | Eritrea | Etiopia | Fílabeinsstrondin | Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo | Gabon | Gambia | Gana | Guinea | Guinea-Bissau | Kamerun | Kap Verde | Kenja | Kjad | Komoroyggjar | Kongo | Lesoto | Liberia | Libya | Madagaskar | Malavi | Mali | Marokko | Miðafrikalýðveldið | Mosambik | Móritania | Móritsius | Namibia | Niger | Nigeria | Ruanda | Sao Tomi og Prinsipi | Sambia | Senegal | Seyskelloyggjar | Sierra Leona | Simbabvi | Somalia | Sudan | Suðurafrika | Suðursudan | Svasiland | Tansania | Togo | Tunesia | Uganda | Vestursahara
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið